Innanlands

Kommunurnar skipa fyri poting í Sundalagnum

Eiðis og Sunda kommunur eru farnar í samstarv við Landssjúkrahúsið

2022-01-20 10:49 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Komandi vikurnar verður møguleiki hjá borgarum í Sunda og Eiðis kommunum at verða potað fyri koronasmittu í Eydnuni á Oyrarbakka.

Smittustøðan í landinum ger at alsamt fleiri fólk hava tørv á at verða potað, og trýstið á kanningarstøðini í Havn og í Klaksvík er so mikið stórt, at trupult er at fáa tíð til kanning. Hetta hevur stóra ávirkan á fleiri familjur, arbeiðspláss, skúlar og stovnar í Sundalagnum. Tí hava borgarstjórarnir í báðum kommununum, heitt á Landssjúkrahúsið um at geva kommununum loyvi at upprætta eina potistøð í Sundalagnum, í eitt tíðarskeið, skriva Sunda og Eiðis kommunur á heimasíðum sínum.

Landssjúkrahúsið hevur játtað, og tí verður skipað fyri poting í Eydnuni á Oyrarbakka hvønn týsdag og hósdag, í tríggjar vikur fram. Byrjað verður komandi týsdag.

Kommununar skipa kanningartoymið og taka sær at tí praktiska, meðan Landssjúkrahúsið letur kanningarútgerð og greinar royndirnar.

Kanningarnar eru ókeypis, men neyðugt er at bíleggja tíð á www.korona.fo. Latið verður upp fyri bíleggingum so skjótt tað tøkniliga er klárt.

Tilboðið er serliga ætlað borgarum í Sunda- og Eiðis kommunum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder