2023-03-17 09:31
Djúpvatnstrolarin Rankin boðaði seinnapartin í gjár løgregluni frá, at teir komu inn við einum skaddum manni. Hetta var, sum skilst, mest fyri at fáa mannin undir læknahond sum skjótast, tá teir komu í land.
Talan var ikki um álvarsligan skaða, men hondin hjá einum manni var komin í klemmu, og var hovnað.
Rankin var staddur tríggjar tímar úr landi tá óhappið hendi, og manningin syrgdi sjálv fyri at fáa skadda mannin á Landssjúkrahúsið, har tikið var ímóti teimum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald