Leygardagin 1. juni fer Fríðrikur krúnprinsurin at renna 10 kilometrar í Klaksvík. Hetta í sambandi við Royal Run 2019, sum í ár verður skotið í gongd í Føroyum, skrivar Klaksvíkar kommuna á netinum í morgun.
Í sambandi við 50 ára føðingardagin hjá Krúnprinsinum í mai 2018, rann Krúnprinsurin Royal Run saman við 70.000 luttakarum í fimm ymiskum býum í Danmark. Í ár verður startskotið til Royal Run renningina 2019 í Klaksvík.
- Hetta er ómetaliga spennandi fyri allar Føroyar. Í Klaksvík eru vit sjálvsagt errin av, at tað er Klaksvíkar kommuna, sum saman við Treysti, fær møguleikan at samskipa Royal Run. Vit høvdu vitjan av Krúnprinsfamiljuni seinasta summar, men høvdu ikki ímyndað okkum, at Krúnprinsurin fór at vera so skjótur aftur, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri, sum tó leggur aftrat, at hann undir veitsludøgurðanum í Spinnarínum spurdi, um tað ikki var ein møguleiki, at hava Royal Run í Klaksvík.
- Góða móttøkan uttanfyri Norðoya Sparikassa, har føroyskir rennarar frá Royal Run 2018 tóku ímóti Krúnprinsafamiljuni, hevur kanska eisini havt sína ávirkan, at Klaksvík varð valt sum staðið, har renningin skuldi vera, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.
Royal Run er ikki ein kapping um bestu tíðina, tí møguleiki er bæði at ganga og at renna. Tí er talan um eitt tiltak fyri øll, óansæð um mann er royndur rennari ella um mann bara ynskir at ganga eina enska míl, sum svarar til 1,6 km. Sostatt kunnu fólk í øllum aldri, familjur við barnavognum og fólk í koyristóli ella líknandi eisini luttaka saman við Krúnprinsinum.
- Okkara luttøka í Royal Run skal eggja øllum til at røra seg, sigur Guttorm Sørensen, næstformaður í Treysti. Hetta er eitt fantastiskt tiltak, sum eisini hevur til endamál at savna føroyingar. Vit eru mong, sum minnast Tunnilsrenningina í 2006, tá 3.200 luttakarar fóru ígjøgnum Norðoyatunnilin. Tað varð ein hátíðarløta, sum vit vóna at endurskapa við Royal Run, sigur Guttorm Sørensen.
Royal Run verður í Danmark 10. juni 2019, og tekur átakið støðið í hugsjónini “Bevæg dig for livet”, sum er eitt samstarv millum donsk ítróttarfeløg, har endamálið er, at 75% av íbúgvunum skulu verða virkin. Hesum máli vilja vit eisini arbeiða fram ímóti, og metir Guttorm Sørensen, at Royal Run avgjørt kann birta undir, at fleiri fara at røra seg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald