Innanlands

Kongaskipið verður í Nólsoyarfirði klokkan 8:30

Almenna vitjanin hjá krúnprinsaparinum byrjar í morgun

Savnsmynd (Mynd: Bjartur Vest)

Savnsmynd (Mynd: Bjartur Vest)

2018-08-23 06:00 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Almenna vitjanin í Føroyum hjá Fríðriki krúnprinsi og Mary krúnprinsessu og børnum teirra byrjar í morgun við at Dannebrog kemur á Havnina.

Her sæst øll skráin fyri vitjanina hjá krúnprinshúskinum

Kongaskipið verður í Nólsoyarfirði klokkan 8:30, og síðani verður siglt inn á Havnina saman við føroyskum træseglskipum og róðrarbátum.

Lagt verður at á Bursatanga klokkan 09:05 og klokkan 9:20 kemur krúnprinshúskið í land, har móttøka verður á bryggjuni, og Aksel V. Johannesen tekur ímóti.

Síðani verður millum annað vitjað hjá róðrarfelagnum Knørri, í Tinganesi, á trappuni í Vágsbotni. Seinni um dagin verður millum annað vitjað á Glasi, í Sjóvinnuhúsinum, og í kvøld er veitsludøgurði í Norðurlandahúsinum.

Skráin fyri í dag sæst niðanfyri:

Hósdag tann 23. august í Havn

Almenn móttøka í Havn

Klædnabúni: Føroysk klæði

Kl. 08.30       Danska vaktarskipið Hvidbjørnen og føroyska vaktarskipið Brimil verða fylgiskip undir leiðslu av skipsovastanum á kongsskipinum.

Hvidbjørnen letur skotkvøðu av við 21 skotum í Nólsoyarfirði.

Tá ið siglt verður inn á Havnina, fylgja føroysk træseglskip og róðrarbátar við Kongsskipinum Dannebrog. Havnar Hornorkestur spælir heiðursmarsj krúnprinsins, meðan skipið leggur at. Tá ið krúnprinshúskið fer í land, verður Kong Christian spældur.

Kl. 09.05       Kongsskipið Dannebrog leggur at á Bursatanga.

Kl. 09.20       Krúnprinshúskið fer í land.

Móttøka á bryggjuni:

Aksel V. Johannesen løgmaður og frú Katrin D. Apol Lene Moyell Johansen ríkisumboð og harra Stendor Johansen

Annika Olsen borgarstjóri og harra Jacob Horn Nielsen

H.K.T. krúnprinsessan fær handað blómutyssi.

Løgmaður heldur stutta vælkomurøðu og fagnar við 9-faldum hurrá fyri krúnprinshúskinum, og síðan spælir Havnar Hornorkestur tjóðsangin.

Til móttøkuna eru føroysk og donsk embætisfólk, sum løgmaður navnkennir í hesi røð:

Páll á Reynatúgvu tingformaður

Marjun Hanusardóttir løgmansstjóri

Johnhard Klettheyggj løgtingsstjóri

Jógvan Fríðriksson biskupur

John Kølbæk fúti

Henrik Møller sorinskrivari

Michael Hjorth kommandørkapteynur

 

Kl. 09.35       Spákað verður til stjórnarskrivstovurnar á Tinganesi.

Á veg út í Tinganes verður stutt steðgað á hjá róðarfelagnum Knørri. Formaðurin í felagnum Sámal Kristiansson tekur ímóti og navnkennir stýrið. Magnus Gaard, virkin limur í felagnum, sigur frá felagnum og føroyskari kapprógving. Eva Højgaard Lisberg gevur krúnprinshjúnunum eina lítla gávu.

 

Kl. 09.50       Spákað verður út í Tinganes.                   

 

Móttøka í Tinganesi

Kl. 09.55       Løgmaður er vertur fyri móttøku

Løgmaður navnkennir landsstýrið í hesari røð:

Høgni Hoydal landsstýrismaður í fiskivinnumálum

Kristina Háfoss landsstýriskvinna í fíggjarmálum

Poul Michelsen landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum

Henrik Old landsstýrismaður í samferðslumálum

Eyðgunn Samuelsen landsstýriskvinna í almannamálum

Sirið Stenberg landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum

Rigmor Dam landsstýriskvinna í mentamálum

 

Kl. 10.25       Spákað verður til býartrappuna, fram gjøgnum Reyn og oman á Bryggjubakka.

 

Almenn móttøka hjá Tórshavnar kommunu

Kl. 10.35       Komið verður til trappuna.

 Annika Olsen, borgarstjóri og harra Jacob Horn Nielsen taka ímóti.

Bjarni Horn Olsen handar H.K.T. krúnprinsessuni blómutyssi. Borgarstjórin navnkennir býráðið og heldur stutta vælkomurøðu. Á trappuni framføra Havnar hornorkestur, Dánjal á Neystabø og Búi Dam.

 

Kl. 10.55       Fráferð við bili til Skúlan á Argjahamri.

Kl. 11.05       Koma til skúlan.

Marjun Holm stjóri, Símun Abrahamsen varaskúlastjóri og Ann Hansen leiðari á frítíðarskúlanum taka ímóti. Skúlin og frítíðarskúlin verða vístir fram, á leiðini fara næmingar at sýna fram ymist sum føroyskan dans, fimleik og sang.

Kl. 11.50       Farið verður av skúlanum. Uttanfyri verður heilsað upp á børnini í barnagarðinum við skúlan.  

Kl. 12.05       Fráferð við bili til studentabýlið Finsen.

Kl. 12.15       Koma til Finsen.

Bogi Jacobsen tekniskur leiðari í Bústøðum og Marjun W. Thomassen fíggjarleiðari taka ímóti. Greitt verður frá Bústøðum og Finsen, og ein av íbúðunum verður sýnd fram. Vitjanin endar í samkomuhøllini, har Annika Olsen borgarstjóri greiðir frá um listaverkini eftir Williami Heinesen, og Ólavur Jakobsen spælir eitt kingolag ”Vaagn op, og slaa paa dine strenge á klassiskan gittara.

 

Kl. 12.55       Fráferð við bili til Hotel Hafnia.

Miðmáli

Kl. 13.00       Annika Olsen, borgarstjóri, er vertur fyri miðmála á Hotel Hafnia.

Borgarstjórin heldur stutta røðu og handar krúnprinshjúnunum gávu.

 

Samstundis skrá

H.K.T. krúnprinsurin

Kl. 14.15       Fráferð við bili av Hotel Hafnia til Glasir.

Kl. 14.30       Koma til Glasir.

Rigmor Dam landsstýriskvinna í mentamálum tekur ímóti. Saman við landsstýriskvinnuni stendur Bogi Bech Jensen rektari. Landsstýriskvinnan heldur eina stutta røðu, víst verður runt á skúlanum, náttúruvísindaligar royndir verða gjørdar, og greitt verður frá mongu útbúgvingum skúlans. Vitjanin endar við felagsmynd av H.K.T. Frederik krúnprinsi saman við næmingum skúlans.

Kl. 15.10       Fráferð við bili til Sjóvinnuhúsið.

Rigmor Dam landsstýriskvinna og Bogi Bech Jensen rektari siga H.K.T. krúnprinsinum farvæl.

Kl. 15.20       Koma til Sjóvinnuhúsið.

Ólavur Ellefsen stýrisformaðurin fyri Fróðskaparsetrið og fyrisitingarligur stjóri fyri Fonden for Entrepreneurskab Christian Vintergaard taka ímóti. Stutt kunning verður um húsið, meðan spákað verður til Hugskotið, sum er eind, ið hjálpir íverksetum og gevur teimum ráð. Sóley Heradóttir Hammer stjóri kunnar í stuttum um Hugskotið, og eftir tað leggja nýggir íverksetarar sínar verkætlanir fram.

 

Creative Business Cup heiðursgávuhandan í Kongshøll auditorium

Kl. 15.40       Koma til auditoriið, har handanin fer fram.  

Kl. 15.50       H.K.T. krúnprinsurin handar ársins føroysku íverksetaheiðursgávu í Creative Business Cup.

Kl. 16.05       Fráferð við bili frá Sjóvinnuhúsinum til løgtingið.

 

H.K.T. krúnprinsessan

Kl. 14.15       Fráferð við bili frá Hotel Hafnia til Býlingshúsið undir Fjalli.

H.K.T. krúnprinsessan er í fylgi við Høgna Hoydal varaløgmanni, frú Hildur Hermansen, Anniku Olsen borgarstjóra og harra Jacob Horn Nielsen.

 

Kl. 14.30       Koma til Býlingshúsið undir Fjalli.

Anna Dalsgaard dagstovnsleiðari, Djóni J. Eidesgaard aðalskrivari í Barnabata og Beinta Dalbø deildarleiðari hjá kommununi taka ímóti. Verkætlanin um ”onga happing”, sum eitur ”betri vinir”, verður løgd fram.

Kl. 15.15       Fráferð frá barnagarðinum til Kvinnuhúsið.

Annika Olsen borgarstjóri og harra Jacob Horn Nielsen siga H.K.T. krúnprinsessuni farvæl.

Kl. 15.25       Koma til Kvinnuhúsið.

Elin Reinert Planck leiðari í Kvinnuhúsinum tekur ímóti. Víst verður runt í húsinum, og sagt verður frá virki og arbeiði.

Kl. 16.05       Fráferð við bili frá Kvinnuhúsinum til løgtingið.

Høgni Hoydal varaløgmaður og frú Hildur Hermansen siga H.K.T. krúnprinsessuni farvæl.

Krúnprinshjúnini

Kl. 16.10       Koma til løgtingið

Páll á Reynatúgvu løgtingsformaður tekur ímóti og navngevur formansskap løgtingsins og løgtingsstjóran í hesum rað:

Heðin Mortensen

Edmund Joensen

Jógvan á Lakjuni

Johnhard Klettheyggj løgtingsstjóri

Løgtingsformaður vísir krúnprinshjúnunum inn í løgtingssalin, har sagt verður frá løgtinginum. Síðan fer fylgið upp á 1. hædd, har løgtingsformaðurin býður vælkomið, og har krúnprinshjúnini fáa høvi at heilsa upp á teir løgtingslimir, ið har eru.

Kl. 16.55       Fráferð við bili frá løgtinginum til Kongsskipið Dannebrog.

Lene Moyell Johansen ríkisumboð og harra Stendor Johansen fylgja krúnprinshjúnunum við fylgi oman til Kongsskipið Dannebrog.

 

Kl. 17.00       Koma til Kongsskipið Dannebrog.

Veitsludøgurði

Klædnabúni: Føroysk klæði /myrk klæði/kjóli

Kl. 19.05       Krúnprinshjúnini við fylgi verða heintað við Kongsskipið Dannebrog av Lene Moyell Johansen ríkisumboði og harra Stendor Johansen. Koyrt verður niðan í Norðurlandahúsið.

Kl. 19.15       Løgmaður er vertur fyri døgurða í Norðurlandahúsinum.

Aksel V. Johannesen løgmaður og frú Katrin D. Apol taka ímóti krúnprinshjúnunum, tá ið tey koma. Blómutyssi verður handað H.K.T. krúnprinsessuni. Undir døgurðanum halda løgmaður og H.K.T. krúnprinsurin hvør sína røðu, tónleikaframførsla verður, og eftir døgurðan verður farið upp á gólv.  

Kl. 22.55       Lene Moyell Johansen ríkisumboð og harra Stendor Johansen fylgja krúnprinshjúnunumvið fylgi til Kongsskipið Dannebrog.

Kl. 23.05       Koma til Kongsskipið Dannebrog.

Kongsskipið Dannebrog siglir síðan av Havnini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder