Umhvørvið var nýtt, tá vit í dag sóu Fríðrikk kong halda sína fyrstu nýggjársheilsan til fólkið.
Kongur kom í myrkum klædningi gangandi inn í vakra slotssalin, har listaverk við Grønlandi og Føroyum var øðru megin hurðina í bakgrundini og Danmark hinumegin.
Á bróstinum í rúminum aftanfyri sóust myndir av børnunum. Hann settist við eitt vakurt teakborð, ið var einasta innbúgvið, ið sást, setti brillurnar á nøsina, og helt eina væl skrivaða røðu.
Kongur kom væl frá røðuni. Har var ongin fjáltur at hóma, og yvirhøvur kom kongur væl frá fyrstu røðuni.
Innihaldið í røðuni snúði seg í fyrstu atløgu um skiftið. Um stóra dagin 14. januar, tá Fríðrikkur tók yvir sum kongur og Margreta drotning legði frá sær. Kongur bar tøkkir til fólki, sum hevur tikið væl ímóti honum. Ungdómurin fyllir nógv í dagliga lívinum hjá kongshjúnunum, ið eru foreldur til fýra tannáringar, og kongur kom eisini inn á avbjóðingarnar, ið oftast kunnu verða truplar, sum dagsins ungdómur stendur fyri.
Røðan var ikki politisk, men javnvigaði væl í tí, sum eigur at verða sagt í slíkari røðu. Kongur nam við ófriðin, sum herjar í heiminum og í Evropa. Hann nevndi ukrainska fólkið, sum berjist fyri sínum frælsi, og bar fram eina vón, um at tað aftur fór at verða friður.
Hann vísti á, at Danmark var við til at stovna atlantssamgonguna Nato fyri 75 árum síðani, og frøddist um, at Finnland og Svøríki nú eru komin við, og harvið hava styrkt trygdina í Norðurlondum og Evropa.
Hann kom eisini varðisliga inn á náttúruna og umhvørvið og vísti á hvussu neyðugt tað er at ansa eftir teimum, tí tey eru einans til láns frá okkara eftirkomarum.
Eisini bar hann eina tøkk til teir nógvu borgarar, sum gera eitt sjálvboðið arbeiði í samfelagnum, og vísti á, at slíkar gerðir eru neyðugar fyri samanhaldið.
Og so brúkti hann síni leiðarorð “sambundin og pliktað” (forbundne og forpligtet) til at fagna felagsskapinum heilt frá danska minnilutanum í Norðurtýsklandi til Grønlands og alt harímillum.
Hann takkaði fyri góða móttøku á teirra ferðum í ríkinum og uttanfyri. Og um Føroyar segði kongur, at kongshjúnini síggja fram til at vitja oyggjarnar í Norðuratlantshavi í komandi ári.
Og so endaði hann røðuna við somu orðum og ynskjum, sum móðirin og abbin eisini brúktu, um at Guð má varðveita Danmark.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald