Innanlands

Kongshjúnini hava heilsað uppá høg sum lág

Frá Bursatanga til Tinganes, víðari í Løgtingið og síðani oman á trappuna. Sí nakrar myndir frá vitjanini í høvuðsstaðnum higartil - fylg við á Portalinum

Drotningin, kongur og prinsessan saman við løgmanni og frú á veg í TInganes (Mynd: Sverri Egholm)

Drotningin, kongur og prinsessan saman við løgmanni og frú á veg í TInganes (Mynd: Sverri Egholm)

2025-06-11 12:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðani stutt áðrenn klokkan tíggju hevur kongsvitjanin sett sín dám á Havnina - serliga í økinum frá Bursatanga til trappuna í Vágsbotni.

Á rutuni millum tey bæði støðini hava kongshjúnini vitjað í Tinganesi og í løgtinginum. Har hava tey millum annað heilsað uppá landsstýrisfólk, fingið rundvísing og fingið gávu, sum er frá Niels L. Arge: Kongur manchetknappar og drotningin eitt armband.

Úr Tinganesi yvir til tinghúsið varð spákað á Reyni.

Heilt fitt av fólki hevur verið og tikið ímóti á ymsu støðunum - seinast á trappuni har Elsa Berg helt røðu, og heilsað varð uppá býráðslimir. Silvitni sang tveir sangir, Havnar Hornorkestur framførdi aftur, og so gekk leiðin á Hafnia til frokost. 

Seinnapartin skulu hátignini vitja við Tjarnir, í uppvenjingardeplinum URD (kongur) í Glyvra skúla (drotningin) og á Hotel Føroyum, har løgmaður hýsir veitsludøgurða.

Fylg við okkara beinleiðis bloggi, sum koyrir allan dagin, HER
Fleiri myndir og annað seinni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder