Innanlands

Kongshøll full av nýggjum lesandi

275 nýggj lesandi byrjaðu á Fróðskaparsetri Føroya í dag

(Mynd: Fróðskaparsetur Føroya)

(Mynd: Fróðskaparsetur Føroya)

2021-08-23 15:46 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag var fyrsti dagur hjá 275 nýggjum lesandi á Fróðskaparsetri Føroya, og Setrið hevur nú 1.039 lesandi tilsamans.

Í morgun byrjaði innleiðsluvikan á Fróðskaparsetrinum, og nógv varð gjørt burturúr, so at tey nýggj lesandi skuldu fáa eina góða og viðkomandi lestrarbyrjar. Í fjør vóru strong koronatiltøk við maskum og smáum bólkum, tá innleiðsla var, men í ár sluppu øll at byrja saman og uttan masku.

Høllin var fullsett, tá Chik Collins, rektari, bjóðaði vælkomin, skrivar heimasíðan hjá Fróðskaparsetrinum.

[object Object](Mynd: Fróðskaparsetur Føroya)

Fleiri myndir frá degnum síggjast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder