Á fundi fyrrapartin hitti Annika Olsen, borgarstjóri, kongsins umboðsmann í Frísalandi, Arnoud Adrianus Maria Brok, har tey umrøddu ymisk mál av felags áhuga.
Kongsins umboðsmaður í Frísalandi sýndi serligan áhuga fyri mentan, málmenning og samstarvi millum Tórshavn og Leeuwarden, sum er høvuðsstaður í Frísalandi. Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu og Umboðsmaður Brok vóru samd um at arbeiða víðari við møguleikunum fyri samstarvi. Serligur dentur varð lagdur á sínámillum samstarv um útbúgving, mál og mentan.
Undanfarna árið hevur eitt virkið samband tikið seg upp millum Frísaland og Føroyar, og kongsins umboðsmaður í Frísalandi hevur sjálvur havt virknan leiklut í at fáa sambondini í lag. Hann hevur ein stóran persónligan áhuga í Føroyum og serliga føroyskum máli og myndlist okkara, skrivar Tórshavnar kommunu. Hann hevur verið tvær ferðir á privatari vitjan seinnu árini. Hetta er fyrsta almenna vitjanin hjá honum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald