Impartial skipar fyri serligari konsert í kvøld. Talan er um eina stuðulskonsert sum skal gera, at orkufullu Impartial sleppa á Wacken at spæla í summar.
Yvirskotið av konsertini skal nevniliga fíggja túrin til Týsklands, har Wacken - heimsins størsti tungmálsfestivalur - verður.
Tað var í 2020 at Impartial vann Wacken Metal Battle Føroyar, og vann sær sostatt luttøku á stóra Wacken festivalinum saman ár, men hesum stegðaði korona. Vanliga fær vinnarin av føroysku kappingini ferðina goldnað, men korona hevur eisini syrgt fyri, at hetta ikki ber til.
Konsertin byrjar í kvøld klokkan 22 og atgongumerki fáast á torsgota.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald