Uttanlands

Konservativur samskiftisráðgevi nýtt talsfólk í Hvítu Húsunum

Katie Zacharia, sum tekur við sum pressutalsfólk eftir Karoline Leavitt, sum fór úr starvinum í august, er sambært Trump ein trúfastur stuðul.

Amerikanski forsetin, Donald Trump sigur um nýggja talsfólk sítt, at hon er ein eldhugaður limur í MAGA-rørsluni (Mynd: Alex Wong/AFP/Ritzau Scanpix)

Amerikanski forsetin, Donald Trump sigur um nýggja talsfólk sítt, at hon er ein eldhugaður limur í MAGA-rørsluni (Mynd: Alex Wong/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-10-10 09:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Konservativi samskiftisráðgevin Katie Zacharia verður nýtt pressutalsfólk í Hvítu Húsunum.

Hon avloysir Karoline Leavitt, sum fór úr starvi í august, upplýsir amerikanski forsetin, Donald Trump í dagføring á sínum egna sosiala miðli, Truth Social.

Trump skrivar, at Zacharia áður hevur hjálpt honum í valstríði hansara, og at hon hevur verið honum ein trúfastur stuðul og “eldhugaður limur í MAGA-rørsluni”.

MAGA Vísir til slagorðið hjá Trump “Make America Great Again”.

Zacharia er í dag ovasti samskiftisráðgevi í tøknisamtakinum Trump Media & Technology Group, sum Donald Trump stovnaði í 2021, og sum m.a. rekur Truth Social, skrivar Ritzau.

Zacharia er eisini viðmerkjari á sjónvarpsrásini Fox News og hevur luttikið í fleiri konservativum sendingum. Eisini hevur hon arbeitt í amerikanska ráðnum fyri innlendistrygd og verið talsfólk hjá táverandi ráðharranum, Kristi Noam.

Tað var 12. august, at Karoline Leavitt boðaði frá, at hon fór frá sum pressutalsfólk, tríggjar mánaðir eftir, at hon hevði átt sítt næsta barn. Í dag arbeiðir hon fyri felagið Maga Inc., sum savnar pening inn til politiskt virksemi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder