Frá í dag verða tiltøkini í Fraklandi herd fyri tey, sum ikki hava latið seg koppseta fyri koronu. Umstrídda koppsetingarpassið kemur nevniliga í gildi í dag, sambært fleiri miðlum.
Tað merker, at ætlar tú tær á eitt nú matstovu, bar ella til eitthvørt mentanar- ella ítróttartiltak, skalt tú vísa eitt koppsetingarpass, sum prógvar, at tú ert koppsettur fyri koronu.
Áður hevur verið nóg mikið við negativari koronukanning ella prógv fyri, at ein hevur havt koronu, men so er ikki longur.
Í fyrsta umfari verður tó undantak fyri tey, sum ætla at lata seg koppseta í nærmastu framtíð, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald