Innanlands

Kórfestivalur í Løkshøll í dag

14 kór og eitt stórt felagskór verða at hoyra. Tiltakið byrjar klokkan 16.00

2019-05-11 10:20 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Árligi kórfestivalurin – Kórfestivalurin 2019 – verður í ár hildin í Løkshøll í Runavík leygardagin 11. mai, har 14 kór hava teknað seg. Umframt hetta fer sum vanligt eitt felagskór við umleið 150 sangarum undir leiðslu av danska kórleiðaranum, Tine Ohrt Højgaaard, at seta punktum fyri kórfestivalinum.

Eftir at vera hildin seinastu árini í Norðurlandahúsinum, er kórfestivalurin í ár fluttur inn á Skálafjørðin, har kórsangarar úr øllum landinum savnast í Løkshøll í Runavík komandi leygardag.

Talan er um fimta kórfestivalin á rað, sum hevur avloyst siðbundnu kórstevnunar, ið hava verið hildnar í meira enn fimti ár, ella síðani 1967. Eins og við kórstevnunum er endamálið við kórfestivalinum at fremja og menna føroyskan kórsang.

Tað serstaka fyri festivalin í ár er, at allur tónleikurin, sum kórini velja at framføra, skal hava norðurlendskum uppruna. Fyri hetta stigið gjørdi Norrønafelagið í Føroyum av fyrr í ár at heiðra Kórsambandi Føroya, sum fekk handað gávu frá felagnum.

Í ár verður tað danska Tine Ohrt Højgaard, sum fer at stjórna stóra felagskórinum. Tine er master í rútmiskari kórleiðslu frá lærda háskúlanum í Aalborg. Hon hevur meira enn 20 ára royndir sum undirvísari í sangi, upptraðkan, sangimprovisatión og kórsangi. Bæði við óroyndum og professionellum sangarum. Umframt hetta er hon bæði kórleiðari, sangari og samskipari í virðislønta vokalbólkinum, SONO, ið millum annað hevur givið út tríggjar fløgur.

Eins og undanfarin ár verður kórfestivalurin skipaður sum ein kapping millum kórini, har ymsar virðislønir verða latnar. Millum annað ein virðisløn, har áhoyrarnir fáa høvið at atkvøða fyri bestu framførsluni.

Í ár hava 14 kór teknað seg, sum fara at framføra í hesi raðfylgju: Panumkórið (gestakór úr Danmark), Xperiment, Miðnámskórið á Kambsdali, Tarira, Kórið í Christianskirkjuni, Gøtu kirkju ungdómskór, Kór Glyvra kirkju, Morgunkórið, Tórshavnar manskór, Vestmanna sangkór, Havnarkórið, Glymur, Fuglafjarðar sangkór og Tórshavnar kamarkór.

Kórfestivalurin 2019, sum kórið Eystanljóð er vertur fyri, byrjar leygardagin klokkan 10.00 í Løkshøll, tá vant verður til felagskórið. Tó er ein undanvenjing fríggjakvøldið áðrenn, ið somuleiðis verður í Løkshøll.

Sjálv konsertin byrjar klokkan 16.00 leygardagin í Løkshøll, har fyrst einstøku kórini fara at framføra, og síðani endar stóra felagskórið Kórfestivalin 2019.

- Fyriskipararnir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder