Í samband við júst lokna tíðindafundin sum mest snúði seg um dagstovna- og skúlaøkið, varð nýggja Korona-ráðgevingin løgd fram. Hon varð nevnd á tíðinda í morgun
Leivur Persson, sum er í stjóri í Arbeiðs- og brunaeftirlininum, skal standa á odda fyri toyminum. Hann greiddi frá, at ráðgevingin er eitt amboð, sum skal brúkast til at hjálpa við at lata landið upp aftur.
Í fyrstu syftu verður nógv fokus á dagstovnarnar og skúlarnar, ið partvíst lata upp aftur 20. apríl. Jenis av Rana, mentamálaráðharri, og aðalstjórin í mentamálaráðnum, Poul Geert Hansen, søgdu, at ráðgevingin skal hjálpa skúlunum í komandi viku, tá greiða skal fáast á, júst hvørjar mannagongdir verða frá 20.apríl. Tað sama er galdandi fyri dagstovnaøkið.
Leivur Persson gjørdi annars greitt, at koronaráðgevingin er tøk til vegleiða øllum arbeiðsplássum, sum ynskja at koma í gongd aftur. Hetta verður eitt nú gjørt umvegis Koronalinjuna, og umboð fyri toymi kann eisini fara út á arbeiðspláss at vegleiða.
Hondbóltssamabdið hevur í dag gjørt greitt, at tað fer at ráðføra seg við nýggja Korona-toymi um, hvussu best er at byrja við hondbóltinum aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald