2020-04-14 07:49
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Nýggja koronaráðgeving við fakfólkum frá millum annað Arbeiðs- og brunaeftirlitinum og Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu er nú sett á stovn. Koronaráðgevingin fer at ráðgeva almennum stovnum, fyritøkum, felagsskapum o.ø., hvussu arbeiðið kann skipast á bestan hátt í mun til smittubreiðslu.
Fyri at seta teg í samband við koronaráðgevingina, kanst tú senda ein teldupost til [email protected]. Møguleiki er eisini at ringja til Koronalinjuna, sum setir teg í samband við ráðgevingina.
Korolinjan hevur telefonnummar 30 40 40, og møguligt er at ringja gerandisdagar kl. 8-16 og um vikuskiftið og halgidagar kl. 12-15.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald