2019-03-28 18:44
Í kvøld varð sløkkiliðið sent til Árnafjarðar, tí roykur kom úr kappróðrarneystinum.
Sløkkiliðið kom skjótt á staðið, og eldurin varð sløktur.
Vakthavandi á politistøðini í Havn sigur, at alt bendir á, at tað var ein kortslutningur, sum var orsøkin til eldin, men enn hevur løgleglan ikki gjørt nakrar endaligar kanningar, so enn ber ikki til at siga, um tað var tað, sum var orsøkin.
Eingin er komin til skaða orsakað av eldinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald