Innanlands

Koyra ov skjótt eftir Havnarvegnum

Vegurin er breiður og góður so tað kann vera freistandi at trýsta á spitaran. Men ferðmarkið er 60 km/t

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-12-10 08:52 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað kann vera trupult at halda seg til 60 km/t á Havnarvegnum, sum er nýggi innkomuvegurin í Havn. Hetta mugu nakrir bilførarar ásanna eftir at teir í gjár vóru steðgaðir av løgregluni.

Fimm bilførar vóru skrivaðir. Tveir fingu klipp og tríggir fingu treytaðar frádømingar. Koyrt var millum 76 km/t og 84 km//t og tað er bert loyvt at koyra 60 km/t.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder