Koyrilíkindini eru nú so nøkulunda aftur kring landið hjá teimum bilum, sum eru skøddir til hálkuna.
Eitt skifti seinnapartin var stórur ruðulleiki í ferðsluni, sum stóð still bæði um Hálsin í Sandavági og um Gøtueiðið.
Men gongd kom á ferðsluna aftur eftir at maskinur hjá Landsverki sluppu framat at rudda kavan burtur, sum kom niður seinnapartin.
Eitt ferðsluóhapp var seinnapartin, ið skyldast hálkuna.
Tað hendi í Kollafjarðardali, har ein bilur undirmetti neyðugu frástøðuna til bilin, sum koyrdi frammanfyri.
- Ein skal altíð halda eina so mikið stóra frástøðu til bilin frammanfyri, at tað ber til at støðga. Tá hált er, er sjálvandi krav um størri frástøðu, men tað er tað tíverri nógvir bilførarar, ið gloyma, sigur vakthavandi á politistøðini.
Tað var bert talan um materiellan skaða, tá bilurin í Kollafjarðardali rendi upp í afturpartin á bilinum, sum koyrdi frammanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald