Innanlands

Koyrandi aftur í Vágsbotni - fyribils

Tað verður møguliga stongt aftur fyri ferðslu mánadagin og fram til 2. juni vegna vegarbeiði

- Tó er so nógv ymiskt virksemi í økinum í løtuni, at kommunan er farin at kanna møguleikan fyri at legga arbeiðið um. Nærri kunning verður um hetta mánadagin 22. mai (Mynd: Sverri Egholm)

- Tó er so nógv ymiskt virksemi í økinum í løtuni, at kommunan er farin at kanna møguleikan fyri at legga arbeiðið um. Nærri kunning verður um hetta mánadagin 22. mai (Mynd: Sverri Egholm)

2023-05-17 13:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nógv vegarbeiði hevur verið  í Vágsbotni seinastu tíðina, og tað hevur gjørt, at tað ikki hevur verið koyrandi eitt strekki.

Í dag boðar Tórshavnar kommuna frá, at tað er koyrandi aftur í Vágsbotni - fyribils fram til mánadagin 22. mai.

Vágsbotnur skuldi eftir ætlan steingjast fyri gjøgnumkoyrandi ferðslu fram til 2. juni í sambandi við vegarbeiði. Tað er tó ikki heilt víst, at tað verður soleiðis. 

- Tó er so nógv ymiskt virksemi í økinum í løtuni, at kommunan er farin at kanna møguleikan fyri at legga arbeiðið um. Nærri kunning verður um hetta mánadagin 22. mai.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder