Ferðslutrupulleikar hava verið av nógva kavanum seinnapartin. Á Gøtueiði hava fleiri hundrað bilar staðið í bíðirøð, tí lastbilar hava staðið fastir. Eisini hava trupulleikar verið á Sandavágshálsi.
Bjarni Petersen, økisleiðari hjá Landsverki, segði við útvarpið fyri løtu síðani, at tað aftur er koyrandi um Gøtueiði, og at lastbilar sum stóðu fastir har, eru slopnir avstað.
Men á Fútakletti í Vágum eru framvegis trupulleikar og har verður í løtuni grivið. Bjarni Petersen sigur at vanlig ferðsla sleppur framvið á Fútakletti, men stóru bilarnir hava trupulleikar at koma fram.
Sambært forsøgnini fer at kava nakað afturat í kvøld, og tí eigur man at hugsa seg um, skal ein út at koyra.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald