Innanlands

Koyrdi 108 km/t í 50 km/t øki

Bilførarin misti koyrikortið á staðnum

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2019-06-11 09:08 Author image
Ari av Rana
placeholder

Ein bilførari hevði í so nógvan skund í gjárkvøldið. Løgreglan var úti og gjørdi ferðamátingar, og í Søldarfirði varð ein bilførari máldur at koyra 108 km/t um tíman í øki, har hægsta mark er 50 km/t.

Bilførarin fekk eina treytaleysa frádøming av koyrikortinum, umframt eina stóra bót fyri brotið á ferðslulógina.

Løgreglan var eisini úti í Havn í gjárkvøldið, har ein bilførari varð steðgaður. Hesin hevði einki koyrikort, og varð tí skuldsettur fyri hetta. Bilførarin hevur fyrr havt koyrikort. Hann fekk bót fyri ómakin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder