Innanlands

Koyrdi 137 kilometrar um tíman á Funningsvegnum

Fleiri klipp og bøtur vórðu útskrivaðar í ferðsluni í gjár

(Mynd: Google)

(Mynd: Google)

2024-08-08 07:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein bilførari misti koyrikortið treytað á staðnum, tá hann varð tikin fyri at koyra við eini ferð á 137 kilometrar um tíman. Hetta hendi á vegnum millum Funning og Funningsfjørð í gjár.

Ein annar bilførari fekk klipp í koyrikortið og bót fyri at koyra 106 kilometrar um tíman. Hetta var á landsvegnum frá rundkoyringini í Norðragøtu og niðan móti Varmakeldueiði.

Í Klaksvík fekk ein bilførari klipp og bót fyri ikki at hava eitt barn íbundið í bilinum.

Í Havn avdúkaði ferðsluløgreglan ikki færri enn fýra bilførarar, sum tosaðu í handhildna telefon undir akstri. Reglurnar fyri hetta brotið eru júst herdar, so tað eisini gevur klipp í koyrikortið og bót. Enn ein bilførari í Havn fekk klipp og bót – hetta var fyri at koyra yvir reytt ljós í einum av ljóskurvunum á Marknagilsvegnum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder