2023-03-04 10:26

Í nátt hevur løgreglan verið úti og kannað ferðsluna, og í hesum sambandi var ein bilførari tikin fyri at koyra nógv skjótari enn loyvt var.
Tað var klokkan gott trý í nátt, at ein bilførari í Kollafjarðartunlinum varð tikin fyri at koyra heilar 182 kilometrar um tíman.
Viðkomandi misti koyrikortið á staðnum, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald