2019-01-25 08:49
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Eitt hálkuóhapp hevur verið í morgun. Klokkan 05:30 fekk løgreglan fráboðan um at ein bilur var farin av vegnum á Gøtueiði.
- Tað er sera glerstoytt í morgun og ein bilur fór av á Gøtueiði. Eingin persónskaði stóðst av óhappinum, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Løgreglan minnir bilførarar um at ansa sær í morgun, nú kalt og hálka er.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald