2019-05-31 09:45
Eitt ferðsluóhapp var Millum Fjarða í gjár, har ein bilur koyrdi av vegnum.
Bilførarin í bilinum, sum koyrdi av vegnum, varnaðist ov seint at bilurin framman bremsaði, og fyri ikki at koyra upp í bilin framman, snaraði hesin undan. Úrslitið var at bilurin fór av vegnum.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur, at tað er ikki greitt hví bilførarin ikki varnaðist at bilurin framman bremsaði, ella hví bilurin framman bremsaði.
Bilurin bleiv vrak, men eingin fólkaskaði varð í óhappinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald