Innanlands

Koyrdi ávirkaður av rúsevnum

Løgreglan hevði eftirlit við ferðsluni og fýrverkssøluni í gjár

Savnsmynd

Savnsmynd

2018-12-30 09:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár og í nátt var løgreglan úti og kannaði ferðsluna, og løgreglan steðgaði nógvum bilum kring landið.

Í hesum sambandi varð ein bilførari í miðstaðarøkinum tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum, og løgreglan fann eisini hassj uppiá honum.

Í gjár var eitt ferðafólk, sum kom til Føroyar við flogfari, eisini tikið við 1,5 gram av hassji uppiá sær. Viðkomandi verður skuldsettur fyri brot á rúsevnislógina.

Nú tað nýggja árið nærkast, hevur løgreglan eisini verið úti og kannað sølustøð, sum selja fýrverk. Har var tó einki at finnast at. Í dag er sunnudagur, og í hesum sambandi minnir løgreglan á, at sunnudag er ikki loyvt at selja fýrverk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder