2026-01-18 10:30
Tíðliga í morgun varð ein bilførari í høvuðsstaðnum tikin fyri at koyra ávirkaður.
Tað vísti seg, at hann var ávirkaður av rúsdrekka, men illgruni er eisini um, at hann var ávirkaður av rúsevnum, so hann er skuldsettur fyri bæði.
Umframt hetta, so fann løgreglan eisini hassj í bilinum, og er hann sostatt eisini skuldsettur fyri brot á lógina um rúsevni, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald