2024-12-07 10:47
Tíðliga í morgun um klokkan hálvgum seks, varð ein bilur steðgaður í Havn. Illgruni var um, at førarin var ávirkaður, og tað vísti hann seg eisini at vera. Hann varð handtikin og blóðroynd varð tikin.
Umframt at bilførarin er skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring, hevði hann heldur einki koyrikort, tí tað hevði hann mist frammanundan.
Sostatt er hann skuldsettur bæði fyri rúsdrekkakoyring og fyri at koyra í frádømingartíðini, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald