2024-12-08 11:12
Tíðliga í morgun varð ein bilførari tikin fyri rúsdrekkakoyring í Havn.
Hetta var í sambandi við einum lítlum ferðsluóhappi stutt fyri klokkan hálvgum fimm.
Illgruni var um, at bilførarin var ávirkaður, og tá hann blásti í alkometrið, vísti tað yvir tað loyvda, og hann varð tí skuldsettur og handtikin fyri rúsdrekkakoyring.
Men bilførarin var ikki bara ávirkaður, hann hevði heldur einki koyrikort, og tí er hann eisini skuldsettur fyri at koyra uttan førararætt.
Vaktleiðarin leggur afturat, at talan var um ein bilførara yvir 18 ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald