Innanlands

Koyrdi bil uttan koyrikort

Hevði mist førararættin, men var farin avstað við bili kortini

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-08-27 09:43 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Um hálvgun fimm tíðina í gjár var ein persónur tikin fyri at koyra uttan koyrikort. Tað vísti seg at hann hevði mist førararættin men koyrdi kortini.

Tað kann gerast ein dýr søga, at koyra uttan koyrikort. Hevur tú mist førararættin, og verður tikin, er bótin 5000 krónur fyrstu ferð, og hækkar so líðandi fyri hvørja ferð.

Í Danmark kann løgreglan leggja hald á akfarið um tað endurtekur seg ella í serliga grovum førum. Hetta verður vanliga gjørt triðju ferð ein verður tikin fyri at koyra uttan koyrikort, og aðru ferð um alkohol er í myndini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder