Uttanlands

Koyrdi eftir Sponsku trappu í Rom

81 ára gamli maðurin var í klædningi og greiddi løgregluni frá, at hann var á veg til arbeiðis

2025-06-20 10:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein 81 ára gamal bilførari koyrdi í nátt oman eftir kendu Sponsku trappu í italska høvuðsstaðnum Rom.

Hetta skriva altjóða miðlar.

Hann var í klædningi og greiddi løgregluni frá, at hann var á veg til arbeiðis. Maðurin var ikki ávirkaður av alkoholi ella rúsevni, og italsna løgreglan hevur ikki boðað frá um hann fær nakra revsing.

Bilurin varð seinni tikin burtur av kranabili, og serfrøðingar fara nú at kanna um søguligu trinini hava fingið nakran skaða.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder