2025-07-19 12:02
            
        
         
                
            Í minsta lagi 20 fólk eru løstað, eftir at eitt akfar koyrdi inn í eina mannamúgvu í amerikanska stórbýnum Los Angeles í morgun.
Ongar fráboðanir eru um fólk, sum hava latið lív, men eini 15 fólk hava fingið álavrsligan skaða, sigur sløkkiliðið í økinum sambært Ritzau.
Hendingin fór fram á Santa Monica Boulevard í býarpartinum East Hollywood klokkan 1.59 í nátt lokala tíð.
Akfarið, sum koyrdi inn í mannamúgvuna er enn ikki eyðmerkt, og er enn ógreitt, hvat slag av akfari talan er um.
 
                 
             
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald