Innanlands

Koyrdi inn í tunnilin hóast tað lýsti reytt

Fekk bót og klipp í koyrikortið

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-01-11 18:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein bilførari, sum ikki aktaði ljósskipanina við tunnlarnar norður um fjall í morgun, fær nú eina bót á 1.500 krónur umframt eitt klipp í koyrikortið.

Løgreglan var á staðnum fyri at hava eftirlit við ferðsluni, og kundi avdúka ein bilførara, sum ikki støðgaði, hóast ferðsluljósið lýsti reytt.

Ferðsluløgreglan hevur í dag eisini skrivað út átta bøtur til bilførarar, sum ikki hildu hámarksferðina. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder