Innanlands

Koyrdi ov skjótt á Oyggjarvegnum

Ein bilførari fekk bót hósmorgunin

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-05-23 08:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hósmorgunin var løgreglan úti og kannaði ferðsluna, og í hesum sambandi varð ein bilførari tikin fyri at koyra ov skjótt á Oyggjarvegnum.

Viðkomandi koyrdi 100 kilometrar um tíman, hóast mest loyvda ferðin er 80, og tað fær hann eina bót fyri.

Eisini var løgreglan í Vágum og kannaði ferðsluna. Løgreglan steðgaði eina rúgvu av bilum, men har varð einki mál skrivað.

Eisini varð løgreglan boðsend, tá ein lastbilur steðgaði upp við rundkoyringina við Eysturoyartunnilin í gjár.

Lastbilurin hevði geartrupulleikar og slapp ikki víðari, og tí mátti løgreglan út at stýra ferðsluni.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn greiðir frá, at ferðslan var órógvað í nærum ein tíma.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder