2026-03-24 08:35
Í nátt hevur sum heild verið rættiliga friðarligt, men løgreglan tók tó ein bilførara fyri at koyra ov skjótt.
Viðkomandi varð tikin fyri at koyra 96 kilometrar um tíman við Gøtugjógv.
Talan var um ein ungan bilførara, sum hevði havt koyrikort í styttri enn trý ár, og í hesum tíðarskeiðnum skal minni til at missa førararættin.
Bilførarin fær tí koyriforboð og skal upp til nýggja koyriroynd, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald