Innanlands

Koyrdi rúsaður í Vági

Løgreglan gjørdi ferðmátingar í Vági í gjár, og ein bilførari varð tikin fyri at koyra ávirkaður

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

2018-10-20 10:47 Author image
Oda Strøm
placeholder

Beint eftir middag í gjár var løgreglan úti og gjørdi ferðmátingar í Vági.

Løgreglan steðgaði nøkrum bilum og fekk mistanka um, at ein av bilførarunum hevði smakkað sær á. 

Tað vísti seg eisini at passa, tí tá ið hesin bilførarin blásti í promillumátaran, vísti tað seg, at promillan var ov høg, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.

Bilførarin verður tí skuldsettur fyri at koyra ávirkaður, men júst hvør revsingin verður, er ikki greitt, fyrrenn svar uppá blóðroyndirnar, sum vórðu tiknar av bilføraranum, koma aftur, sigur vakthavandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder