Innanlands

Koyrdi útav - uttan koyrikort

Seinnapartin í gjár var eitt ferðsluóhapp á Sandi

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-03-14 10:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin í gjár hendi eitt ferðsluóhapp á Sandi, har ein bilur koyrdi útav vegnum.

Bilurin endaði niðri í einari veit, sum er grivin í sambandi við arbeiði á staðnum, og har var væl avmerkt, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Tá løgreglan kom á staðið, vísti tað seg, at førarin hevði ikki koyrikort, og verður viðkomandi tí skuldsettur fyri at koyra uttan førararætt, sigur vaktleiðarin, sum leggur afturat, at førarin var ikki ávirkaður.

Førarin fekk ongan skaða í óhappinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder