2021-06-28 16:10

Fyrrapartin, beint áðrenn klokkan 11, fekk løgreglan eina fráboðan um, at eitt ferðsluóhapp var hent sunnanfyri Brúnna um Streymin.
Talan var um ein bil, sum var farin útav vegnum, og sum var endaður eini 20 metrar frá vegnum. Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at bilførarin mátti klippast úr bilinum.
Bilførarin varð koyrdur á sjúkrahúsið til kanningar, men hann hevði tað eftir umstøðunum gott.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald