
Løgrelan tók í gjár ein bilførara, sum koyrdi uttan førararætt. Tað var eitt sindur yvir klokkan níggju í gjárkvøldið, at løgreglan steðgaði viðkomandi. Hann hevði mist koyrikortið fyri tíð síðani, og ikki tikið tað aftur, men koyrdi kortini.
Bilførarin fær eina bót fyri hetta, og tað fær eigarin av bilinum eisini.
Ferðsluátøk vóru gjørd í gjár, har tað var farið eftir telefonnýtslu undir akstri. Tað vísir seg, at fleiri ikki klára at lata telefonina liggja meðan tey koyra bil, og tað kann vera vandamikið, og kann eisini geva eina bót, verður tú tikin.
Tað var søgan hjá fýra bilførarum á Glyvrum, í Hoyvík og í Havn í gjár, sum fingu bót fyri at nýta telefon undir akstri.
Ferðslukanningar vóru eisini gjørdar í Suðuroy, og har var ein sum hevði tungan fót á spitaranum. Bilførarin var tikin fyri at koyra 102 km/t í óbygdum øki, og fær bót fyri hetta.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald