2025-06-03 09:07

Í gjárkvøldið og í morgun hevur løgreglan gjørt ferðmátingar á Stangavegnum í Klaksvík.
Á hesum vegnum er hámarkferðin niðursett - har er nevniliga bert loyvi at koyra 40 kilometrar um tíman, men løgreglan tók heilar fimm bilførarar, sum koyrdu skjótari enn loyvt er.
Ein bilførari fekk bót, og fýra fingu klipp, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at seinasta samdøgrið annars hevur verið friðarligt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald