Innanlands

Koyrdu ov skjótt í Kollafirði

Tveir bilførarar fingu treytaða frádøming, og ein fekk klipp

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-02-25 07:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár varð løgreglan úti og kannaði ferðsluna í Kollafirði, og í hesum sambandi vórðu tríggir bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt.

Tveir koyrdu ávikavist 117 og 118 kilometrar um tíman, og tað gevur eina treytaða frádøming.

Tann eini vísti seg at vera ein útlendingur, sum ikki hevði koyrikort, sum er galdandi í Føroyum, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Ferðin hjá triðja bilføraranum varð máld til 106 kilometrar um tíman, og tað gevur eitt klipp.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder