Innanlands

Koyrdu ov skjótt í Søldarfirði

Tveir bilførarar fingu klipp í koyrikortið í gjár

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-04-18 10:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár var løgreglan í Søldarfirði og kannaði ferðsluna, og í hesum sambandi vórðu tveir bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt.

Mest loyvda ferðin er 50 kilometrar um tíman, men ferðin hjá hesum báðum var ávikavist 74 og 76 kilometrar um tíman.

Báðir bilførarar fáa eitt klipp í koyrikortið, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at seinasta samdøgrið hevur verið rættiliga friðarligt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder