Innanlands

Koyrdu ov skjótt milum Horna

Tað gevur treytaða frádøming av koyrikortinum at koyra oman fyri 80 kilometrar um tíman á Velbastaðvegnum millum Norðrasta Horn og Heimasta Horn

(Mynd: Google)

(Mynd: Google)

2026-03-05 08:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tríggir bilførarar fingu í gjár treytaða frádøming av koyrikortinum fyri at koyra ov skjótt á Velbastaðvegnum millum býlingarnar Norðrasta Horn og Heimasta Horn. Her hevur fyrr verið loyvt at koyra 80 kilometrar um tíman, men nú er ferðin avmarkað til 60 kilometrar um tíman.

Men tað eru framvegis fleiri bilar, sum halda seg til gomlu hámarksferðina. Tríggir bilførarar vórðu tiknir, tá ferðsluløgreglan gjørdi fermátingar fyrrapartin í gjár. Teir koyrdu 82, 83 og 84 kilometrar um tíman, og tað er somikið langt yvir loyvdu hámarksferðina, at tað gevur treytaða frádøming av koyrikortinum, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini.

Ferðsluløgreglan var eisini í Vágum. Har tóku tey ein bil fyri at koyra 111 km/t í óbygdum øki. Eisini støðgaðu tey einum lastbili, ið sleipaði ein viðfestivogni, har fleiri lyktafeilir vóru. Hesin fekk bót. 

(Upprunaliga kallaðu vit vegin fyri Kirkjubøveg, men tað er nú rættað til Velbastaðvegur, hóast fyrra navnið stendur á ymsum vegakortum. Vegurin eitur framvegis Velbastaðvegur heilt til omankoyringina á Velbastað - har byrjar Kirkjubøvegur)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder