Innanlands

Koyrdu ov skjótt við Gøtugjógv

Seinnapartin í gjár fingu tríggir bilførarar klipp í koyrikortið

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-08-19 08:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Aftur í gjár var løgreglan úti og gjørdi ferðmátingar, hesa ferð við Gøtugjógv, og í hesum sambandi vórðu trý mál skrivað.

Tveir bilførarar koyrdu 74 kilometrar um tíman, og ein koyrdi 79 kilometrar um tíman, hóast mest loyvda ferðin er 50.

Tað fingu teir allir klipp í koyrikortið fyri, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at seinasta samdøgrið annars hevur verið rættiliga friðarligt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder