2026-01-27 07:50
Í gjár var løgreglan úti og kannaði ferðsluna, og í hesum sambandi vórðu fýra mál skrivað.
Í Kollafirði varð ein bilførari tikin fyri at koyra ov skjótt í bygdum øki. Mest loyvda ferðin var 50 kilometrar um tíman, men ferðin hjá hesum bilføraranum varð máld til 84 kilometrar um tíman.
Talan var um ein ungan bilførara, sum hevði havt koyrikort í styttri enn trý ár, so hann fekk koyriforboð, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Eisini steðgaði løgreglan trimum prutlum, har bót varð givin, tí at tvey fólk sótu á prutlinum, og tað er ikki loyvt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald