Innanlands

Koyrilíkindini eru vánalig - Vestmannavegurin stongdur

Nógvur vindur og jarðrok er

Høgareyn (Vevmynd: Landsverk)

Høgareyn (Vevmynd: Landsverk)

2024-11-20 15:22 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eftir at nógv kavaavfall hevur verið í dag, eru vánalig koyrilíkindi um alt landið í løtuni.

Hartil er nógvur vindur eisini og væntast kann at vindurin øtlast út móti kvøldið.

Tað er ikki koyrandi eftir Vestmannavegnum í løtuni, boðar Landsverk frá. Eisini verður boðað frá nógvum jarðroki frá Sandavági og niðan á Háls.

Eisini verður heitt á bilførarar um at vísa varðsemi millum Fjarða í Eysturoynni, har tað hevur verið eitt ferðsluóhapp. 

Eisini Strandferðslan og Bygdaleiðir hava nógvar avlýsingar og seinkingar. Fylgið við á ssl.fo


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder