Innanlands

Koyrt verður ikki á Fámjinsleiðini í løtuni

Veðrið órógvar bygdaleiðina til Fámjins

2019-01-07 08:43 Author image
Ari av Rana
placeholder

Strandferðslan boðar frá, at koyrt verður ikki til Fámjins í løtuni. Tað er veðrið sum argar, so at leið 701 ikki koyrir.

Sambært Landsverk eru koyrilíkindini um Ørðaskarð á Fámsjinsvegnum ikki tey bestu. Har er skrið og í hvirlunum upp til 28 m/s.

Eisini á Porkerishálsi eru ring koyrilíkindi. Har er hvassur vindur, í hvirlunum upp til 26 m/s.

Síggj koyrilíkindini her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder