Mentan

Krígsavnið seinkað av koronu

Eftir ætlan skuldi annars nógv verið gjørt burtur úr á Krígssavninum í fjør, tí í mai vóru 75 ár liðin, síðani Annar Heimsbardagi endaði á okkara leiðum

Nevndin í Krígssavninum skipaði seg beinanvegin eftir aðalfundin. Úr vinstru eru tað Sigrun Joensen, eykalimur, Karl Jóhan Nielsen, sum heldur fram sum formaður, Dánjal Poulsen, næstformaður, Poul Arni Jacobsen, eykalimur, Fróði Poulsen, kassameistari, Klæmint Weihe, nevndarlimur, og Marna Jacobsen, skrivari

Nevndin í Krígssavninum skipaði seg beinanvegin eftir aðalfundin. Úr vinstru eru tað Sigrun Joensen, eykalimur, Karl Jóhan Nielsen, sum heldur fram sum formaður, Dánjal Poulsen, næstformaður, Poul Arni Jacobsen, eykalimur, Fróði Poulsen, kassameistari, Klæmint Weihe, nevndarlimur, og Marna Jacobsen, skrivari

2021-02-26 21:36 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hóskvøldið hevði Krígssavnið aðalfund í nýggju savnshølunum í SOR-bygninginum við flogvøllin.

Fyri vali til nevndina stóðu hesa ferð Marna Jacobsen, Dánjal Poulsen og Fróði Poulsen, og tey tóku øll við afturvali uttan mótvalevni. Poul Arni Jacobsen tók eisini við afturvali sum eykalimur, men Petur Elias Nielsen bar seg undan. Í hansara stað varð Sigrun Joensen vald.

Nevndin skipaði seg beinanvegin eftir aðalfundin, og er hon óbroytt: Karl Jóhan Nielsen er formaður, Dánjal Poulsen, næstformaður, Marna Jacobsen, skrivari, Fróði Poulsen, kassameistari, og Klæmint Weihe, nevndarlimur.

Sum alt annað í samfelagnum var Krígssavnið nógv merkt av koronu í 2020, kundi Karl Jóhan Nielsen greiða frá í síni formansfrágreiðing.

Eftir ætlan skuldi annars nógv verið gjørt burtur úr á Krígssavninum í fjør, tí í mai vóru 75 ár liðin, síðani Annar Heimsbardagi endaði á okkara leiðum.

Almenna upplatingin av Krígssavninum í nýggju kørmunum í SOR-bygninginum við flogvøllin skuldi eftir ætlan vera í tí sambandinum við eini stórfingnari hátíðarløtu 8. mai. Eftir skránni skuldu nógvir serliga innbodnir gestir vera, Sørvágs Tónleikarafelag skuldi spæla, mentamálaráðharrin skuldi halda røðu og klippa snórin, og ætlanin var eisini at bjóða bretska verjumálaráðharranum við til tiltakið.

Men alt bleiv avlýst vegna koronu, og Krígssavnið hevur bara kunnað havt opið eftir avtalu, síðani flutt var í SOR-bygningin.

Eisini er vitjanin hjá Tony Barnes og Steve Lloyd avlýst í summar. Krígssavnið hevði bjóðað teimum við konum til Føroya í summar í sambandi við, at Tony Barnes fer at geva út sína triðju bók um bretsku hersetingina.

Nevndin í Krígssavninum vónar, at umstøðurnar skjótt fara at gerast vanligar aftur, so savnið kann hava fastar upplatingartíðir aftur.

Tað legst alla tíðina afturat við forvitnisligum savnslutum, og hetta seinasta árið hevur Krígssavnið millum annað fingið tvær bretskar BSA-motorsúkklur frá krígnum, nakrar málningar, sum ein bretskur hermaður málaði, og ein lenistól hjá Whitlle ovasta.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder