Løgtingið skal til aðru viðgerð í morgin taka støðu til um vinnufeløg skulu vera undantikin kringvarpsgjaldi. Tað er Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, sum hevur lagt uppskotið fyri tingi.
Samgongan arbeiðir við at rætta kringvarpsgjøldini til vinnfueløg
Meirilutin í mentanarnevndini sum er Hanna Jensen, Kristianna Winther Poulsen, Óluva Klettskarð, Katrin Kallsberg og Jónleif Johanesen, sigur í álitinum, at nú samgongan arbeiðir við at rætta kringvarpsgjøldini til vinnufeløg, soleiðis at serliga tær smærru fyritøkurnar fáa ein munandi lætta, so er ikki rætta løtan at avtaka gjøldini heilt, tí tey eru partur av eini heild, nevniliga hvussu okkara Public Service miðil skal fíggjast.
Tey gera eisini vart við at uppskotið ikki er fíggjað, og tað heldur ikki verður viðgjørt í uppskotinum hvør leisturin at Public Service skal vera í framtíðini.
Meirilutin tekur ikki undir við málinum, og mælir løgtinginu frá at samtykkja uppskotið.
Vinnufíggindaligur politikkur
Minnilutin sum er Jógvan á Lakjuni og Helgi Abrahamsen vísa á, at sitandi amgonga hevur lagt eitt ótal av gjøgnum á vinnuna. Millum annað eitt hægri kringvarpsgjald. Eisini vísa teir á onnur avgjøld, sum samgongan hevur sett í gildi.
- Hetta má av sonnum sigast at vera ein vinnufíggindaligur politikkur, sum kemur at kosta vælferð í framtíðini, siga teir.
- Í staðin átti samgongan at gjørt sum í londunum rundan um okkum, har gongdin er hin øvuta. Skattur og avgjøld á vinnulívið verða lækkað ella strikað fyri at gera umstøðurnar hjá vinnufyritøkum og íverksetarum betri og meira lokkandi. Eitt dømi um hetta er, at Danmark í 2014 samtykti at strika kringvarpsgjaldið fyri fyritøkur (sonevnda erhvervslicensin) frá 1. januar 2015, og í Svøríki er gongdin tann sama, har roynt verður at lætta um hjá vinnuni, sigur minnilutin sum mælir løgtinginum at samtykkja uppskotið.
Sambært uppskotinum vóru inntøkurnar hjá Kringvarpinum í 2015 í alt 60,7 milliónir krónur, og í 2018 varð væntað, at tær vóru at vera 71,4 milliónir.
- Slíkan lutfalsligan vøkstur hevur eingin annar almennur stovnur fingið, sjálvt ikki sjúkrahúsini. Út frá hesum kann ikki verða nakar trupulleiki hjá KVF at klára seg við minni inntøkum enn 71,4 milliónum, skrivar Jørgen Niclasen, uppskotssetari, í viðmerkingunum til uppskotið.
Tingfundurin byrjar klokkan 11, og onnur viðgerð av uppskotinum um at vinnufeløg skulu vera undantikin kringvarpsgjaldi, er fyrst á skrá.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald