Innanlands

Kringvarpið hevur onga ovastu leiðslu

Kringvarpsstýrið gavst 31. desember

2019-01-03 09:48 Author image
Ari av Rana
placeholder

Landsins public service stovnur hevur onga ovastu leiðslu í løtuni. Kringvarpsstýrið gavst tann 31. desember, og Mentamálaráðið hevur ikki givið nakra fráboðan um nýtt stýrið.

Mentamálaráðið hevur vita í nøkur ár, at kringvarpsstýrið fór at gevast 31. desember 2018. Stýrið er ovasta leiðsla í Kringvaprinum, og hevur ábyrgd av at ásetingarnar í kringvarpslógini og øðrum fyriskipanum um virksemi Kringvarpsins verða fylgdar, skrivar Kringvarpið. Stýrið hevur eisini ábyrgd av at góðkenna og hava eftirlit við rakstrarætlanina og roknskapin hjá Kringvarpinum.

Sjey fólk manna Kringvarpsstýrið, sum verður valt fjórða hvørt ár. Politisku flokkarnir mæla átta fólk til stýrið. Av hesum tilnevnir landsstýrisfólki fýra. Landsstýrisfólkið tilnevnir tveir stýrislimir eftir egnari avgerð, og starvsfólkið í Kringvarpinum tilnevnir ein stýrislim. Mentamálaráðharrin avgerð hvør er formaður/forkvinna og næstformaður/næstforkvinna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder