Kringvarp Føroya hevur sett nýggjan tíðindaleiðara. Nýggi tíðindaleiðarin eitur Georg L. Petersen, sum seinastu tíðina hevur starvast hjá KVF eftir fleiri ár á Dimmalætting.
Georg tekur við sum tíðindaleiðari beinanvegin eftir Heina Gaard, sum seinastu tíðina hevur verið virkandi tíðindaleiðari. Kringvarpið upplýsir at tríggjar umsóknir vóru til starvið.
Georg hevur drúgvar royndir úr miðlaheiminum, bæði sum ábyrgdarblaðstjóri og blaðstjóri á Dimmalætting og sum tíðindaleiðari í SVF, skrivar Kringvarpið.
Georg hevur kandidatútbúgving innan journalistikk frá Lærda Háskúlanum í Aarhus, og hann hevur lokið journalistútbúgvingina á journalistháskúlanum í Aarhus.
Í tíðindaskrivi skrivar KVF soleiðis:
Á yrkisleiðini hevur Georg staðið á odda fyri fleiri stórum broytingum, m.a. tá Dimmalætting gjørdi seg politiskt óhefta av Sambandsflokkinum. Umframt tað hevur hann ment fleiri konseptir á Dimmalætting og innan sjónvarpstíðindi.
Í 2012 gav Georg L. Petersen út bókina “Føroyingar í kríggi – ein frásøgn av hermótinum í Afghanistan”. Bókin var eitt úrslit av samstarvi millum Dimmalætting og Kringvarp Føroya.
Georg er 52 ára gamal. Hann er giftur og eigur tvey børn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald